40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Helgi Abrahamsen roynir í aftursvari til Veðurlagslóg Nú at leggja upp til, at landsstýrið hevur ábyrgdina av, at tvær vindmyllulundir verða settar upp í løtuni. Men Helgi og landsstýrið royna at taka heiðurin fyri nakað, sum tey ikki eiga ábyrgdina av.

Og meðan summi fólk og virki leggja um til hitapumpur, fekk Løgtingið ein nýggjan oljutanga, eftir at hetta landsstýrið tók við.

Tað er enn galdandi, tað sum vit søgdu í okkara fyrra lesarabrævi: landsstýrið svevur í veðurlagskreppuni.

CO2 útlátið hevur ongantíð verið so høgt sum nú. Bert nøkur heilt fá veðurlagsátøk eru samtykt í Løgtinginum. Tey eru fýra í tali. Umframt hetta eru onnur politisk átøk samtykt, sum hava við sær økt CO2 útlát.

Landsstýrið hevur sett 500 t. kr. av til træplanting og 2 mio. til at kanna orkukeldur. Hetta er mikið hugnaligt, men ger ongan sum helst mun, tá tað kemur til at minka um CO2 útlátið.

Triðja og fjórða átakið var MVG afturbering fyri hitapumpur og elbilar bleiv eisini longd. Tað seinna átakið fevndi tó eisini um hybrid-bilar, sum Umhvørvisstovan í hoyringsskrivi staðiliga mælti frá.

Harafturat hevur Løgtingið samtykt ein óbindandi veðurlagspolitikk, sum vit frá byrjan hava staðiliga mótmælt, tí vit vita frá royndum, at óbindandi politikkir eru bert tómt politiskt tos. Útlátsmálið er ov óambitiøst, er útsett frá 2030 til 2032 og tey veðurlagsátøkini, sum skulu fremjast, eru eisini útsett. Bert smærri átøk verða møguliga samtykt undir hesum landsstýrinum, og størru átøkini so sum CO2 avgjald og at steðga sølu av oljuriknum bilum eru tikin úr upprunaliga uppskotinum frá Umhvørvisstovuni. Antin er tað dálkarin, sum skal gjalda, ella enda vit onnur við rokningini. Orkuskiftið verður í minsta lagi fýra ferðir so dýrt uttan CO2 avgjald, vísa donsk tøl.

Høvdu Helgi Abrahamsen ella Bárður á Steig Nielsen staðið stoltir og greitt fólkunum í Tuvalo, sum eru í vanda fyri at missa stóran part av landinum orsakað av øktari vatnstøðu, um øll fýra átøkini hjá landsstýrinum, um teir stóðu framman fyri teimum?

Tað at tit sova í veðurlagskreppuni merkir eisini, at tit halda, at hetta eru munandi átøk.

Útlátið veksur á hvørjum ári. Hetta er ikki bara undir hesum landsstýrinum, men eisini undir undanfarnu landsstýrum. Nú má tað steðga. Og skal tað tað, so mugu politikararnir taka seg saman.

Landsstýrið eigur at framskunda átøkini í veðurlagspolitikkinum og leggja fleiri afturat.

Politikarar lurta meir eftir vinnulívinum og teimum, sum dálka illa, og tora tí illa at samtykkja átøk. Tí halda vit, at eitt veðurlagsborgarating eigur at setast, sum umboðar fólkið og kann koma við uppskotum til veðurlagsátøk.

Vit í Veðurlagslóg Nú skjóta upp m.a. hesi átøk:
Ein høgan, javnan CO2 skatt
Stuðul og hjálp til láglønarbólkar í umleggingini, soleiðis at øll kunnu vera við í orkuskiftinum
Orkusparandi átøk
Steðga oljuleitingunum kring Føroyar umgangandi
Seta pengar av til at varðveita og endurskapa vátlendi
Seta á stovn eitt veðurlagsráð
Selja partabrøv í oljuvinnuni, sum landið eigur í umvegis millum annað ALS
Lívfrøðiliga burðardygt fiskarí
Steðga sølu av oljuriknum bilum
Og banna lýsingum at av serliga dálkandi vørum m.a. flogferðum, oljuriknum bilum og kjøti.

Vegna Veðurlagslóg Nú
Tráin Petursson Nónklett og Elsa Berg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo