Elska øll, lít á fá og skaða ongan
- William Shakespeare

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Nú er farið í gongd við seinasta byggistig til útstykkingina við Olivarsveg og Dagmarsgøtu.

Í fyrra byggistigi eru vegir og leiðingar gjørdar til í alt 13 grundøki. Við hesum arbeiðinum verða 4 grundøki løgd afturat og kann Vága kommuna tí í næstum bjóða 17 grundøki út.

Bíðilisti er til at keypa grundøki í Miðvági og kommunan væntar at øll stykkini verða seld beinanvegin.

Tað eru sp/f Desk í Miðvági og J&K Petersen, sum samstarva um at gera arbeiðið, meðan ráðgevi hjá kommununi er sp/f HMP consult.

Arbeiðið og samstarvið hevur gingið sera væl og fyrra byggistig varð avhendað ein góðan mánaða áðrenn tíð.

Seinasta byggistigið verður væntandi liðugt um hálvan juni.

Myndin vísir tá fyrsta byggistig fór í gongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo