Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Herfyri boðaði felagið Nótaskip í Útvarpinum frá, at tað umhugsaði at stevna landstýrismanninum í fiskivinnumálum, tí hann hevði dittað sær at at útluta eina økta svartkjaftakvotu í ár sum eina felagskvotu til øll skip, sum hava loyvi at fiska svartkjaft.

Nótaskipini, sum frammanundan hava ovurstóra kvotu, kunnu eisini fiska av hesi øktu kvotu við eini hámarkskvotu upp á 2500 tons til hvørt skipið, og hví gremja tey seg so?

Jú, teir reiðarar, sum frammanundan hava stóra eginkvotu av svartkjafti, hava helst ikki brúk fyri hesi eykakvotu, men av tí at talan er um eina felagskvotu, er kvotan felags ogn, og tí ber ikki til at selja hana ella partar av henni til skip, sum hava ov lítið at fiska.

Um hesi 2500 tonsini vóru eginkvota og seld fyri eina króna kilo, so svarar tað til 2,5 miljónir krónur til hvørt skipið í part uttan at rætta hond frá síðu.

Eg haldi, tað er ov galið, at útvarpsfólk ikki eru so fræg, at tey duga at skyna ímillum eginkvotu og felagskvotu, og tá so ein reiðari fekk senditíð í Úvarpinum at gremja seg, sum nakað frammanundan hevði latið børnunum hundraðtals miljónir sum gávu, helt eg tað verða ovboðið.

Eg eri ikki løgfrøðingur, og tí eri eg ikki førur fyri at meta um, um landsstýrismaðurin hevur heimild at gera, sum hann ger.

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo