Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Dokumentarsendingin, um váðafúsu menninar, gav okkum nógv at hugsa um. Ikki tí vit ikki vistu um sambandið millum lívstíl og heilsustøðu, men meira tí ljós varð varpað á fyribrigdið í vavi, bæði sum heilsustøðu og sum almennan kostnað innan heilsuverk.

Vitandi, at tað er torført at fáa nóg stóra fígging til vega, eins og tað er torført at fáa putlispælið við viðgerðum at ganga upp, er tað óskiljandi, at ikki meira politisk orka verður varpað á alternativa viðgerð og sjúkufyribyrging.

Støðan í dag innan heilsufremjan er nøkunlunda soleiðis:

Víst verður á apotek eftir heiluvági, ambulantorii til nærri kanning, sjúkrahús til viðgerð, sálarfrøði,  fysio- og ergoterapi. Alt hetta verður víst á eftir tørvi.

Men tað eru millumvegir - sjúkufyribyrging og lekidómur við broyttum lívsstíli - sum í dag ikki verða troyttir í almennum skipaðum tilboði. Sjálvsagt eiga fólk flest sjálvi at síggja hesar millumvegir, men í fleiri førum er hetta ein møtimikil og einslig ferð, sum krevur eina eggjandi skipan við felagsskapi og góðari vegleiðing.

Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu er greið yvir hesi viðurskifti, og hevur arbeitt við at skunda undir eini tilgongd við Heilsumálaráðið, um júst hetta arbeiðið. Hvør dagur telur skeiva vegin, og tá tað um menniskju um ræður, er tað ikki nøktandi.

Vit kunnu ikki loyva okkum at hava vitan um fyribyrging og viðgerð, uttan at nýta hana heilsufakliga og vit ynskja okkum nógv meira politiskt fokus á økið.

Føroya Fólkaheilsuráð hevur rópað varskó, eins og fakfólk vísa á hetta nýggja heilsufremjandi rákið sum alneyðugt. Hesum áheitanum eiga vit at møta við størstu virðing og við opnum sinni, soleiðis at vit sum kommuna altíð eru dagførd við nøktandi tilboðum til borgaran.

Tí var tað við vónbroti staðfest, at málið ikki varð viðgjørt hesa løgtingssetu, men útsett til komandi, við teim grundgevingum, at nýtt virkisøki eigur at verða á skrá fyrr í fíggjarætlanararbeiði.

Nú er at vóna, at arbeitt verður víðari, so skjótt sum til ber, í komandi tingsetu.

Alt annað er “váðafúsur politikkur”

Við vón um skjótt arbeiði.

Bergun Kass, forkvinna í Trivnaðarnevnd Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo