Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Granskingarráðið: Fríggjamorgunin kl. 8.30 fer Vísindavøkan 2023 av bakkastokki. Hon verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Framløgur verða í Konghshøll frá kl. 8.30 til kl. 15.30, eini 20 í alt.

Á Svalanum kring matstovuna Silo skipa granskarar og onnur fyri samvirknum tiltøk til stórar skúlanæmingar og annars øll, sum hava hug at royna seg.

Niðast í bygninginum verða eisini tiltøk fyri stór og smá. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum rúminum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum rúminum.

Kl. 15.30 verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum.

Skrá og leinki eru her

KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo