Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Dartfelag: Vága Dartfelag hevur síðan endurstovnanina í 2013 hildið til í einum lítlum parti av høllini hjá Vágaskot í Miðvági. Har hava verið 5 banar og hetta hevur fyri tað mesta verið nokk til virksemið í felagnum.

Men vaksandi limatal og eitt vaksandi tal av spælarum, ið møta regluliga til venjingar hevur gjørt, at hetta hølið nú var blivið ov lítið. 

Í eina tíð hevur VDF tí leitað eftir aðrari loysn, og í heyst gjørdi nevndin í VDF avtalu við Gleim um, at VDF sleppur at hava venjingarnar í stóra salinum í Bygdarhúsinum.

Í 3 vikur hava limir í Vága Dartfelag arbeitt við at gera broytingar í Bygdarhúsinum, soleiðis at virksemið hjá Vága Dartfelag kann vera í stóra salinum, uttan at hetta ávirkar virksemið, sum Gleimur annars hevur og leigar húsið út til.

Ein ”falskur” veggur er settur upp, soleiðis at einki sæst til dart-útgerðina í dagligdegnum. Men við at lata nakrar lúkur í vegginum upp, koma ljós, skivur og annað til sjóndar og klárt er at kasta pílar. Í gomlu hølunum vóru sum sagt 5 banar. Nú er talið tvífaldað, so tað eru 10 banar og munandi betri pláss rundanum.

Arbeiðið við at gera broytingarnar í Bygdarhúsinum er nú komið so langt, at klárt er at byrja venjingarnar aftur hóskvøldið 4. januar kl 20. Tá eru øll vælkomin at hyggja at nýggju umstøðunum, sum felagið nú hevur fingið.

Vága Dartfelag hevur regluligar venjingar týskvøld og hóskvøld kl 20 og nýggir limir eru altíð vælkomnir at royna seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo