Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vága Floghavn hevði 3,8 mió kr í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við 8,8 mió kr í 2022. Sølan vaks annars við nærum seks mió kr, men framleiðslukostnaðirnir vuksu enn meira.

Roknskapurin vísir, at tað er úrslitið av kapitalpørtum, tað vil siga inntøkur frá feløgum, sum Vága Floghavn eigur, sum gera, at tað yvirhøvur hongur saman. Tí úrslitið av kapitalpørtum var góðar 10 mió kr, og um tað ikki var, so var hall uppá góðar seks mió kr hjá Vága Floghavn. Tað sum ger størstan munin í so máta er, at Vága Floghavn eigur helvtina av handlinum sum selur tollfrítt á flogvøllinum. Atlantic Airways eigur hina helvtina.

Floghavnin hevði nærum 96 mió kr í rentuberandi skuld, sum kostaði 4 mió kr í fíggjarligum útreiðslum í fjør - nærum tríggjar mió kr meira enn árið frammanundan.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at sera stórar íløgur til útbyggingar liggja fyri framman, tí um vøksturin verður sum væntað, so fer ferðafólkatalið upp um eina millión seinast í 2040. Og tað sum nú stendur fyri framman er útbygging av farstøðini, sum fer at kosta minst 600 mió kr. Sum er, er farstøðin bygd til 400.000 ferðandi um árið.

Í frágreiðingini kann eisini lesast, at meira enn helvtin av teimum, sum ferðast um flogvøllin, ella 57%, eru búsitandi uttanlands.

Regin I. Jakobsen er stjóri í Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo