VP frættir frá álítandi keldum, at fleiri av starvsfólkunum hjá Vága floghavn eru í sóttarhaldi vegna korona.
Stjórin, Regin I. Jakobsen, sigur við VP, at tað er ikki so, at hetta fyribils nervar raksturin ella avgreiðsluna av flogferðafólkum.
- Fleiri av starvsfólkunum eru fult koppsett, og vit eru í dialogi við landslæknan um, hvussu vit best bera okkum at, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo