Vága kommuna: Kommunan leggur nógva orku í kavarudding og salting av vegunum í kommununi hesa árstíðina.
Og kommunan fegnast um at boða frá, at kommunan hevur ognað sær tvær smáar maskinur, sum kunnu feia, grava og salta gongubreytir. Umframt eina nýggja gravimaskinu í staðin fyri aðra av teimum gomlu, sum hevur tænt fyri seg.
Maskinurnar komu til oynna í gjár, 13. desember, og starvsfólkini, ið varða av vetrarhaldinum, fara nú at venja seg við nýggju maskinurnar.
- Vit gleða okkum til at kunna veita eina enn betri tænastu og vóna at borgarar okkara fara at taka væl ímóti hesum tiltaki, sigur kommunan.
Tú kanst annars lesa meiri um vetrarhaldið her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo