Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við einum tilmæli um at økja um frítíðartilboð til børn og ung í Vága kommunu. Ungdómstilboðið hevur verið opið í 9 tímar um vikuna, men eftir tilmæli frá arbeiðsbólki økist tímatalið munandi til 45 tímar um vikuna.

Virkishús fyri børn og ung
Kommunan stovnar eitt livandi og skapandi virkishús fyri børn og ung. Miðja verður ímóti at virkishúsið verður opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum fyri børn og ung. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokki til 18 ár. Leiðsla og starvsfólk í Virkishúsinum reka ungdómstilboðið. Játtanin fer til lønir, rakstur og virksemið hjá Virkishúsinum.

Frítíðar- og ungdómstilboð hava ein týðandi leiklut fyri eina kommunu. Sum eitt tað fyrsta nýggja býráðið gjørdi tá tað kom til í januar 2021 var at seta ein arbeiðsbólk at koma við eini frágreiðing og tilmælum um, hvussu barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu best kundi skipast.

Arbeiðsbólkurin hevði 8 tilmæli til býráðið, sum fyrr í ár vórðu samtykt at arbeiða víðari við og at seta í verk. Millum tilmælini vóru at orða ein barna- og ungdómspolitikk og eina heildarætlan fyri børn og ung, at seta á stovn eitt ungdómsráð, stovna eitt livandi virkishús, seta ein samskipara at leiða verkætlanina og at hækka játtanina til barna- og ungdómsøkið.

Sum kommuna vilja vit ganga á odda, og vera tann broytingin sum vit vilja hava. Sum kommuna vilja vit menna og leggja dent á tað, sum fremur góða heilsu og eitt gott barna- og ungdómslív. Fyri børn og ung hevur tað týdning at hoyra til, at vera partur av einum sunnum felagsskapi, veri tað seg ítrótt, frítíð, ítriv ella á arbeiðsmarknaðinum.

Ein íløga í barna- og ungdómsøkið er ikki bert ein íløga her og nú, men skal síggjast sum ein fyribyrgjandi og neyðug íløga í fólkaheilsuna hjá verandi og komandi borgarum í Vága kommunu, og tí hava vit tikið hetta fyrsta stigi við at hækka játtanina til barna- og ungdómsøkið munandi sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Á fíggjarætlanini fyri 2022 er játtanin til virkishúsið hækkað við kr. 1.441.000,- mió. í mun til 2021. Miðja verður ímóti at byrja nýggja barna- og ungdómstilboðið tann 1. mars. 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo