40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag bjóða nú av álvara oddaliðnum úr Havn av í landskappingini í talvi.

Í útsetta dystinum í fjórða umfari í fremstu deildini millum Sandavág og Klaksvík B. í gjárkvøldið vóru vágamenn eirindaleysir og vunnu 4-0.

Úrslitið ber í sær, at nýggjur spenningur er kyknaður upp í oddanum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi.

Ruddiligi sigurin í gjár er í sjálvum sær ikki so uppskakandi, tí vágamenn høvdu greiðan favorittleiklut á øllum borðum, og eingin av teimum fýra á liðnum sveik álitið.

Nú er bara eittans stig á muni millum oddaliðini. Havnar Telvingarfelag hevur 13½ stig og Sandavágs Talvfelag 12½ stig. Nú eiga tey tørn sínamillum í morgin, og eftir tað er kappingin hálvrunnin.

Toppdystur í morgin
Fyrri sínamillum dysturin millum Havnina og Sandavág verður í Havn í morgin. Telvað verður á Finsen, og byrjað verður klokkan 14.

Vit síggja, at klaksvíkingar eru dragnaðir nakað, men støðan er ikki verri enn so, enn at teir kunnu toga seg fram í oddastríðið aftur. Men til tess krevst ivaleyst, at moldovski stórmeistarin, Vladimir Hamitevici, er við aftur.

1. deild, 5. umfar (9. januar)
Havnin - Sandavágur

Havnin B. - Klaksvík

Klaksvík B. - Vestmanna

Kollfirðingar á odda
Kollafjarðar Talvfelag, sum flutti niður úr 1.deild í fjør, hevur í løtuni kós móti bestu deildini, men enn er langur vegur á mál.

2. deild, 5. umfar (9. januar)
Rókur - Kollafjørður

Havnin - Klaksvík

Sandavágur - Kollafjørður B.

Støðan í 2. deild
1. Kollafjørður 12 stig

2. Klaksvík 10½

3. Havnin 10½

Seks lið í alt.

Javnt í 3. deild
Í 3. deild gongur javnt á. Eftir fyrstu fýra umførini er bara eitt hálvt stig, ið skilr fremstu trý liðini. Havnin er fremst, men dysturin um uppflyting stendur millum Toftir og Kongshavnar Talvfelag, sum fyrrverandi Runavíkar Talvfelag nú eitur.

3. deild, 5. umfar (9.januar)
Havnin - Vestmanna

Toftir - Kongshavn

Sandavágur - Kollafjørður

Støðan í 3. deild
1. Havnin 8½

2. Toftir 8

3. Kongshavn (Runavík) 8

Seks lið í alt.

Gøtumenn fremst
Tað eru ikki so nógv ár síðani, at Gøtu Talvfelag var í fremstu deildini. Nú eru teir í 4. deild. Og tað var tann tíð, at gøtumenn taldust millum stinnastu feløgini í landinum - tá Petur Eli Mikkelsen og Sjúrður Lómstein vóru í velmaktini. Men nú eru teir so á uppflytingarkós.

4. deild, 4. umfar (9. januar)
Kongshavn - Havnin

Rókur B - Gøta

Rókur - Klaksvík

Klaksvík B. - Sandavágur

Støðan í 4. deild
1. Gøta 8

2. Havnin 7

3. Kongshavn 6½

Tólv lið í alt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo