Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Setanarrøða hjá Sonna Smith á Ljósfestini í Vági, 12. august 2023:

Góðu vágbingar, suðuroyingar, føroyingar, gestir!

Tá ið Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs býráð skrivaði í innboksina hjá mær nakað herfyri, at tað hevði verið ein heiður fyri Vág, um jeg vildi koma og seta Ljósfestina 2023, játtaði jeg alt fyri eitt, tí jeg helt sjálvandi, at tað var mær ein heiður at fáa eina so tignarliga umbøn.

Vágsbygd er vorðin mentanardepilin í útjaðaraføroyum. Jeg sigi útjaðaraføroyum, tí tað verður alsamt tyngri at skipa fyri átøkum, tiltøkum og stevnum, jú longri tíð gongur at bíða eftir, at henda stórbygd, hesin býur og Suðuroyggin øll verða knýtt upp í Føroyar annars við hóskandi nútíðar undirstøðukervi.

Henda tiltikið vakra oyggj við sínum tølandi bygdum eigur og skal hava somu møguleikar at mennast og trívast sum meginparturin av landinum.

Hóast framvegis tvørrandi møguleikar at mennast við javnbjóðis samferðslukervi, ið gagnar landinum yvirhøvur, hevur Vág lagt lunnar undir eitt blómandi mentanarlív, ið fær okum úti og heima at undrast.

Frá tí millum annað stórfingna nýggjárshaldinum, jóansøku, Ljómi, Ellu Dahl, Jákup Dahl, musikalskum pionerum, Orðinum á Borði, Jóhannudegnum, Grindabátunum, Páls Høll, Marghøllini, tí rættiliga eyðskilda Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, alskins ítrótti, Ruth Smith-savninum og tí søguríka sluppsavninum hjá Malle-Poul til ta longu siðbundnu Ljósfestini spennir Vágsbygd sjeg út í einum ótrúligum treysti, sum okur nú meira enn higartil hava sætt og upplivað.

Havi jeg gloymt at nevna nakran og nakað? Einki at ivast í, tí her er so nógv, sum jeg kundi nevnt, men sum jeg rætt og slætt havi gloymt, tí at hesin mentanardagurin, Ljósfestin, er so víðfevndur, at hann hevur drigið ein ógloymandi góðbita av landsins tónlist til Vágs, umframt at taka góðan, gamlan tónleik framaftur, sum góðir, gamlir vágbingar hava varðveitt í minninum, og sum teir nú fara at ríka okum Ljósfestina við.

Henda Ljósfestin fær mjeg at staðfesta og minnast tað tiltikna gestablídni, ið eyðkennir Vág. Jeg havi ongantíð hoyrt nakran siga nakað, ið mótprógvar tann veruleikan.

Tá ið jeg sjálvur fyrstu ferð troppaði upp hjá tí íslendska erkivágbinginum Sævari við einum eintaki av vinylnýútgávuni hjá Faroe Boys, var tað sum at koma ímillum fólk, sum jeg var farin frá í gjár.

Jeg varð boðin til kaffiborðs í tí tronga rúminum, tí stóra hjartarúminum, at njóta vaflur við róma og súltutoy, hálvmánakaku, marmorkaku, sjokulátakeks, og ... ja, nú havi jeg gloymt hvat meir. Fólkið í Kaffistovuni hjá Sævari tók ímóti mær, sum um jeg ongantíð hevði verið burtur. Alla tíðina surraði mestsum eitt "vælafturkomin" í høvdinum á mær. Fjálgt og hugnaligt, og tað er longu ein vani at hyggja inn í hesa landskendu kaffistovu.

Við sínum førleika at skipa fyri mentanartiltøkum og at standa saman hava teir víðagitnu, royndu veteranarnir í Vági sett við at taka við, og tað gongur væl. Teir royndu hava funnið og finna sínar líka so ágrýtnu eftirfylgjarar, sum teir sjálvir hava verið sum mentanarligir slóðarar.

Porkeris Fornminnafelag hevur skipað eitt hugtakandi savn í gamla skúla í bygdini. Vágbingurin, lærarin, Magnus Hansen, hevur verið formaður í nevndini fyri Porkeris Bygdarsavn síðan stovnanina í 1997.

Gamli skúli hýsir víðfevndari savnsogn, sum fólk eru komin við, báði sum fastir lutir og í skrivligum og myndligum formi. Í Gamla skúla stendur millum mangt annað eitt sýnisskáp við einari ljósperu og avbrótara.

Elverkið í Botni, sum var tað fyrsta í Føroyum, varð tikið í brúk 18. juli 1921. Tá tendraði henda ljósperan við Kráir í Vági og kveikti tað allar fyrsta elektriska ljósið yvir landið fyri hundrað og tveimum árum síðan. Ein avgjørt kollveltandi søguligur tilburður í landinum. Ein tilburður, sum vágbingar lukkutíð í gløggskygni tóku stig til at hátíðarhalda við stevnuni, festini, ið bara kundi verða skýrd Ljósfestin.

Tað er nettupp ein slík fest, sum átti at fingið formannin í Mentamálanevndini hjá Vágs býráð, Levi Mørk, at skift eftirnavn í ein dag til Ljós, Levi Ljós, tí hann er ein sera virkin mentanarligur formaður í Vágsbygd, her grasið er grønt. Og meira enn tað.

Grønt var liturin her vesturi á Gørðunum, deksbátarnir, Garðabátarnir,vóru grønir. Grønt eyðkennir alla Suðuroynna í dag, tí hon er vorðin landsins elgrønasta oyggj.

At koma til tað gamla elverkið í Botni er ævintýrkent, tí tað tykist standa sum landsins best røkti, virkandi ljósgevi.

Tí er tað so gott hjá mær myndliga at siga:

Vágsbygd, mín heimbygd, takk fyri, at tú heitti á mjeg um at seta ta mætu Ljósfestina, og við hesum skal jeg njóta tann mikla heiður at kunngera, at Ljósfestin er sett.

Góða Ljósfest, øll somul!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo