Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrr í dag lýsti Løgreglan í Útvarpinum við at ein bilur var stjolin og sambært Vakthavandi, tá ið VP ringdi fyrr í kvøld og spurdi eftir bilinum, so var bilurin funnin aftur í øllum góðum seinni á degnum, segði Vakrthavandi tá, men søgan er eitt sindur longri enn so.

Søgan byrjaði við at ein maður var ikki farin til arbeiðis við bilinum, og lánti tí bilin hjá einum starvsfelaga, tí hann skuldi út á LS í onkrum ørindum.

Tað var so alt í lagi við tí og maðurin gjørdi síni ørindi, men tað sum hann ikki visti tá var, at hann hevði sett seg í skeivan bil og var farin avstað við honum og setti hann aftur á arbeiðsplássið og gav eigarmanninum lykilin.

Teir nýggju bilarnir eru soleiðis, at bara lykilin liggur í bilinum, so fært tú startað bilin. Í bilinum sum viðkomandi var farin avstað við á LS var ein taska við lyklinum í, tí fekk maðurin farið avstað við bilinum.

Tá ið viðkomandi sum átti bilin, ein kvinna, kom út úr LS, fann hon ikki bilin, og meldaði tí bilin beinanvegin sum stolnan. So fór løgreglan at leita og fann bilin hjá henni á arbeiðsplássinum hjá tí sum hevði lánt bilin frá starvsfelagnum. Kvinnan fekk so bilin aftur, men harumframt fekk hon eina bót frá løgregluni fyri at hava latið lykilin ligið í bilinum.

Tá ið nú starvsfelagin sum hevði lánt bilin skuldi fara heim til hús, nú er eingin bilur at fara heim við. Hann ringir so til tann sum hevði lánt bilin og spyr hvar bilurin er. Jú, hann var settur aftur á sama stað sum hann stóð, tá ið hann fór við honum.

Men nú vaknar hann brádliga við kaldan dreym, tá ið nú eingin bilur var á arbeiðsplássinum, at her var okkurt heilt galið, og ringdi tí til løgregluna at siga, at helst var tað hann sum hevði tikið feil bil á LS.

Og soleiðis fekk eisini starvsfelagin sín bil aftur í øllum góðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo