40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Framtakið fyri at velja kannabis: Tá umboð fyri Framtakið møttu upp til politiska fundin fyri næmingum í Glasir vóru tey steðgað og sluppu ikki inn.

Framtakið fekk innbjóðing 12. apríl 2019 frá Ida á Reynatúgvu, forkvinna Samstarvsnevndin á Glasir.

Men 30. apríl skrivar Ida, at framyvir skal alt samskifti fara fram gjøgnum rektarin Boga Bech Jensen og eisini verður teksturin til tiltakið broytt frá ”allir flokkar” til ”7 flokkar” og ”flokkar í løgtinginum”.

Eisini ringjur ein ónevndur persónur, sum ikki vil presentera seg og sigur at Framtakið er óynskt til politiska tiltakið. Vit bóðu um at fáa tað skriftligt at innbjóðingin var tikin aftur, men hava onki frætt aftur.

Tá umboðini fyri Framtakið møttu til avtalaða fundin vóru vit avvíst við einari løgnari undanførslu, um at vit hava haft eitt ”óvirðiligt” samskifti?

Fyri at ongin misskiljing skal vera, almenna kunngerða vit alt samskifti, við Glasir um her:

Glasir:
12.apr. 2019 00.12

Viðheft hesum boði er innbjóðingin til Stemmuboksingina á Glasi hin 08.05.
Vinaliga svarið hesum boði, tá ið tað er móttikin.
Vinaliga heilsan,
Samstarvsnevndin á Glasi,
Ida á Reynatúgvu, forkvinna

Framtakið:
28. apr. 2019 18.44

Yeps, vit koma

Framtakið:
28. apr. 2019 23.15

hey aftur... Vit hava eitt sindur ringt við at finna onkran ungan til at umboða okkum. Viðkomandi verður kanska stemplaður sum ein "hash sympatisør".. t.v.s vit hava ringa samvisku um vit trysta onkran til tað. Men vit eru heldur ikki ein flokkur sum so við ambitiónum um at hava ungmannafelag... Tað skilja tit vel ? Hevði tað verði møguligt at fyngi eitt undantak fyri kravi um at ungmannafelag umboð skal verða við ?

sigur tú at vit SKULLU hava eitt ungt valevni, ja so er tað tú sum trystir onkran at standa fram.. so its in your hands  ... Annars ætlar Arnfinn at møta upp, og hann verður nokk ikki sæddur sum ein gamal boring politikari av teim ungu....

Framtakið:
30. apr. 2019 18.41

? Vil gjarna vita um vit enn skulli hava eitt ungmannafelag fyri at verða við... tað er eitt sindur løgið krav ha ?

Gasir:
30. apr. 2019 19.44

Hey hey, havi nú tosa við samstarvsnevndina. Samstarvsnevndin hevur avgjørt, at tað bert er møguligt at luttaka í tiltakinum, um flokkurin hevur eitt ungmannaumboð, umframt ein royndan politikara. Hetta hava vit avgjørt fyri, at vit fáa víst á ymisk sjónarmið innan flokkin. Um Framtakið ikki hevur nakað ungmannaumboð ber tað ikki til at luttaka í tiltakinum. Vit pressa ONGAN at traðka framm, men seta somu treytir fyri allar politisku flokkarnir. Pallborðskjakið á Glasi er eitt tilboð til politisku flokkarnar, ikki eitt krav.

Framtakið:
omg tað gøluna mugu vit so bara royna at fáa fram. Takk fyri svar um ikki annað

Glasir:
Um tit hava framvegis hava spurningar um málið, so kunnu tit venda tykkum Boga Bech Jensen.

Framtakið:
nei hettar er greitt svar takk

kanska vit hava ein.. eg skal tosa við hann hósdagin og sigi so frá tá... royndan politikara er komi aftrat nú... meina tit ein sum hevur verði fólkavaldur fyrr ella hvat ? Eg havi royndir at stilla upp fleiriferð og annars aktivur í fleiri flokkum bæði í FO og DK... um tit bara vilja hoyra frá teim sum longu eru inni, ja so er tað jú anti demokratist, so tað kann eg ikki fyristilla mær at Glasir setir sum treyt

Glasir:
30. apr. 2019 21.56

tú kann samskifta við Boga um tit framvegis hava spurningar, hann fær nokk best svarað.

Framtakið:
Ok

Glasir:
kunnu tit sletta mítt navn av postinum?? eg eri einans ein næmingur og boðberi í hesum samanhangi

Framtakið:
ok, er tú ikki í hasari nevndini ? .. ja vit sletta

bara boðberði ? hmm forkvinna í nevndini og tú sigur Samstarvsnevndin hevur avgjørt ?

okkurt sigur tú  

Glasir:
kann tú steðga við at navngeva meg og venda tær til Boga um málið í morgin?

Framtakið:
hvat er títt problem ? vit liva í einum demokratiskum landi og tú er forkvinna ? eg (Arnfinn) eri ikki ordeliga við hvat feilar her ?

Glasir:
haldi bara, at tað er óneyðugt at nevna meg við navni

Framtakið:
er tað ein hemmelig nevnd ? folk spyrja hvør nevndin er

just sum tað er óneyðugt at gera forhindringar fyri Framtakið

um tit siga við hinar flokkarnar at tit ynska ungmanna umboð, ja so koma tey..

tað er ikki ein dulnevnd nevnd, haldi bara, at hetta hevði loyst seg betri um tú tosaði við Boga, og eg skilji ikki heilt hvør orsøkin til at nevna meg við navni er.

at tað er ein treyt er BARA ein forhindring fyri okkum og onki annað

Glasir:
eg hevði verið sera takksom um tit tóku hetta upp við Boga og ikki mær

Framtakið:
eg havi skriva til hann

Glasir:
hevði tú eisini kunnað sletta mítt navn, tað hevði verið ordiliga gott

takk på forhånd

Framtakið:
so skrivi eg at forkvinnan sum er næmingur við verða dulnevnd ?

nú vil tú hava meg at "lúgva" ella at goyma simplan sannleika.... fortel tú mær hví tað ?

Glasir:
Kann tú ikki skriva, at forkvinnan er ein næmingur, og síðani taka málið upp við Boga, sum eg áður havi sagt

Framtakið:
hví? eg skal gera tað, men kanst tú ikki siga hví tú ikki kann standa við títt ?

Glasir:
Eg eri næmingur og havi boðað frá, og hetta eru ein innbjóðing frá samstarvsnevndini, ikki mær sum privatpersóni. Havi eisini boðað tykkum frá, at tit kunnu venda tykkum til Boga við fyrsispurningum, og vil ikki framyvir verða blandað uppí málið á facebook. Takk fyri, at tú slettar!

Framtakið:
tú er forkvinna í nevnd sum hevur tiki avgerðir

er tað Bogi sum tekur avgerðir og turkar teir uppá teg ?

eg haldi tú hevur misskilt nevndar arbeiði

NEVND.. navn... who is who ...  eigur ikki at verða nakað at "skammast" yvir

Glasir:
Eg havi ikki fleiri viðmerkingar í málinum, vend tær til boga

Framtakið:
tað er ok  .. folkakirkjan ger gratis navnabroytingar annar  .. just kidding.

Xxxxx Xxxx 28 ár og eg koma.

Sensururin av Framtakinum heldur áfram. Hvussu kann Føroya Fólk hava álit á einum stovni sum fremur so grovan mismun?

Framtakið fyri at velja kannabis

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo