40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í roknskapinum fyri Vágatunnilin 2015 stendur um framtíðarútlit:

”Mett verður, at felagið framhaldandi fer at hava eitt positivt gjaldføri í 2016.

Sambært samtykt er ætlanin, at tunnilin skal handast Føroya Landstýri tann 10. desember 2016. Ætlanin er, at ein tilgongd skal verða í samband við avhendingina. Henda tilgongd er ikki byrjað. Um tunnilin og harvið høvuðsvirksemi hjá P/F Vágatunnlinum verður avhendað, er møguleiki fyri at felagið verður avtikið.”

Vit kenna gildini fyrr, sum við gleði og gaman vórðu hildin, tá eitt arbeiði var liðugt avgreitt.

Eisini í Vágum var gildi, tá Vágatunnilin var liðugur 10.des. 2002, og vit ikki longur skuldu bíða fleiri túrar bæði í Vestmanna og á Oyragjógv.

Vit vita, hvussu semjan var millum kommunurnar í Vágum og Landsstýrið fyri at kunna gera Vágatunnilin.

Bummgjaldið var fyri eitt lán og fyri at løna nevndini í partafelagnum og løn til teirra, ið tóku sær av gjaldsskipanini.

Men tá tann semjan var góðtikin og løgtingið hevði samtykt at gera Vágatunnilin, vórðu so við og við fleiri aðrar útreiðslur lagdar yvir á bummgjaldið.

Vágafólk høvdu nú onki at hava skulað sagt, men máttu bara taka størri skuld á seg, tí landsstýrismaðurin, sum tók sær av vegakervinum, hevði endaligu avgerðina.

Virki og fólk í Vágum hava goldið væl meir enn helvtina av kostnaðinum fyri Vágatunnilin, hóast har bert eru um 3.000 íbúgvar, meðan restin av Føroya fólki (um 48.000) hava býtt restina ímillum sín.

Vágafólk vistu, hvat bummgjaldið skuldi brúkast til, og at tey sjálvandi komu at rinda meir enn onnur; men tey vistu eisini, at tá skuldin var goldin, so varð frítt at koyra millum Vágar og Streymoy.

Hvat hendi so í 2015, sum gjørdi, at bummgjaldið kortini ikki varð steðgað?

At døma eftir frágreiðing hjá nevndini, so gera tey nærum klárt til at leggja arbeiðið niður har og at lata tunnilin til landsvegakervið, tí tey vita, at tað sigur samtyktin.

Men í samtyktini stendur eisini, at ein landsstýrismaður hevur rætt til at blanda seg uppí.

Tað vil siga, at landsstýrismaðurin í 2015 er komin uppí og hevur noktað nevndini at taka bummgjaldið av. Tað vísir seg eisini sum, at undanfarna landsstýrið hevur stuðla honum í hesi avgerð.

Løgmaður kundi havt noktað landsstýrismanninum í at taka slíkt ómansligt stig. - Men hann gjørdi onki.

Harafturímóti komu onkrar snildur undan kavi um, at vágafólk og norðingar skuldu ikki sleppa so lætt, hóast tey høvdu gjørt sína skyldu bæði væl og virðiliga. - Nú skuldu tey rættiliga kúgast.

Hóast Norðoyatunnilin eisini hevði svarað fyri sínar skyldur uttan hjálp frá øðrum, so skuldu teir nú, tá tunlarnir vóru liðugt goldnir, leggjast saman í eitt nýtt felag. - Tað minnir ikki sørt um korruptión

Vit kenna heilt nógv dømi bæði úr søguni og enn í dag um, at bandar, mafian og eisini fleiri tjóðarstýri royna at kúga onnur. - Serliga væl gongur við slíkum valdsgerðum, tá ein persónur tekur sær fullan avgerðarrætt – sum ein førari við sínum trúgvu fylgisneytum.

Hesi fara sjálvandi eftir teimum, ið eru í minniluta og veik í samfelagnum fyri at vera vís í ikki at fá stórvegis mótstøðu.

Tað sær ikki mætari út enn, at undanfarna landstýrið hevur tikið handa kenda og ódámliga tátt upp – at kúga ein lítlan part av fólkinum í útjaðarnum og loyvdi sær at krevja pening inn frá hesum oyggjabúgvum.

Vit eru á leið 52.000 fólk í Føroyum. Um 3.000 = 1/17 teirra búgva í Vágum.

T.v.s. At hvørja ferð vágafólk rindar eitt bummgjald, so rinda tey 16 ferðir meir enn onnur.

Ongin skuld er at gjalda. - Tá tosa vit um eitt lúnskt inkassoapparat fyriskipað av landsstýrisfólki.

Nú er annað landsstýri komi til – við bjartari tilgongd.

Núverðandi landsstýrismaðurin hevur nú besta møguleika at vísa, at hetta landsstýrið ikki hevur somu niðrandi hugburð og endamál sum undanfarna.

Hann kann sløkkja gjaldsskipanina í Vága- og Norðoyatunlinum í dag líka væl sum í morgin - við góðum stuðli frá øllum í landsstýrinum og løgmanni.

Tað sum fer fram móti vágafólki og norðingum sømir seg ikki fyri eina kristna tjóð sum okkara, her happing og kúgan ikki verða góðkend.

Gildisgleðin var stór, tá tunlarnir vóru lidnir og klárt var at koyra har..

Nú lánið er goldið og væl afturat, gleða vit okkum til aftur at halda gildi við stórum fagnaði.

Tað vóru vágafólk og síðani norðingar, ið løgdu lunnar undir undirsjóvartunnil í Føroyum, og við treysti tóku tey á seg at hjálpa landskassanum og øllum Føroya fólki.

Tey eiga at fáa stórstu virðing fyri sítt beinasemi og avrik.

Løgmaður ger rættast við at takka teimum fyri teirra slóðbrótandi arbeiði, meðan landsstýrismaðurin sløkkir gjaldskipanina og beinir fyri allari útgerð, ið hevur við bummgjøld at gera.

Magna Reid Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo