40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vatnlitamálningurin "Meules de blé" eftir niðurlendska listamannin Vincent van Gogh er júst seldur fyri 38,85 milliónir dollarar á eini uppboðssølu í New York. Upphæddin svarar til umleið 232 milliónir krónur, og tað er met fyri eina akvarell hjá listarmanninum.

"Meules de blé" vísir eina sátu í fronsku bygdini Arles, har van Gogh búði í umleið eitt ár í 1880-unum.

Vincent van Gogh var fátækur tá hann livdi, og tá hann var deyður arvaði beiggin, Theo van Gogh "Meules de blé".

Undir Seinna Heimsbardaga fingu nazistarnir, sum høvdu hersett Frankaríki, klørnar í málningin, og í fleiri ár eftir kríggið visti ongin, hvar hann var. Ikki fyrrenn einaferð í sjeytiárunum kom málningurin undan kavi aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo