40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Premier League: Chelsea vann í dag ein sera hepnan 2-1 sigur á útivølli ímóti Cardiff City. 

Victor Camarasa legði Cardiff á odda 1-0 í 46. minutti, men í 84. minutti javnaði Chelsea liðskiparin César Azpilicueta til 1-1 við máli, ið sá út til at vera greið rangstøða.

Og í 91. minutti gjørdi Ruben Loftus Cheek ilt verri fyri Cardiff, tá hann stútaði bóltin í kassan til 2-1 til Chelsea.

Við ósigrinum í dag er Cardiff nú fimm stig frá niðurflytingarstrikuni, nú bert sjey umfør eru eftir at leika.

Chelsea, hinvegin, er framvegis við í stríðnum um at enda í topp 4. Chelsea er nummar seks við 60 stigum, meðan Arsenal eisini hevur 60 stig, tó við einum dysti færri. Manchester United hevur 61 stig á 4. plássinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo