40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Politiið handtók í gjár – mánadagin, hin 11. januar 2021 kl. 17.28 – ein 23 ára gamlan mann í Tórshavn fyri brot á narkotika lóggávuna, vápnalógina og fyri harðskap ímóti einum politisti.

Hann er skuldsettur fyri at liggja inni við einari størri nøgd av narkotika so sum ecstasy, amfetamin, kokain og hassj, og fyri at hava eina høglbyrsu, har byrsupípan var sagað av.

Hann er eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti.

Hann bleiv í dag kl. 13.00 framstillaður í grundlógarforhoyri í Føroya Rætti, har hann bleiv varðhaldsfonglaður í 4 vikur. Hann kærdi ikki avgerðina.

Grundlógarforhoyrið bleiv hildið fyri afturlatum hurðum.

Grundað á víðari kanningararbeiði, hevur løgreglan ikki fleiri upplýsingar í málinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo