40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hesi seinastu mongu árini hevur Tórshavnar Manskór havt eina árliga várkonsert, tá sangárið er við at nærkast endanum. Undanfarin ár hevur konsertin millum annað verið hildin í Norðurlandahúsinum og í fjør var konsertin hildin saman við sveisiska Männerstimmen Basel.

Í ár verður Tórshavnar Manskór tó einsamalt á palli, tá konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni.

Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða.

Tórshavnar Manskór hevur nú 31 ár á baki. Tað varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur líka síðan vant og framført regluliga. Bæði her heima og uttanlands. Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, tann seinasta var í fjør, tá kórið var við til 100 ára haldið hjá íslendska manskórinum Fostbræður. Tá skipaði íslendska kórið fyri stórum tiltaki í Hørpu í Reykjavík, har 23 manskór luttóku, og eitt av teimum var Tórshavnar Manskór.

Várkonsertin í annaðkvøld er onnur konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í ár. Tann fyrra konsertin var, tá Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur skipaðu fyri felags konsert í Læraraskúlanum seinast í februar mánaði. Eitt tiltak, sum eydnaðist serstakliga væl.

Tað ger várkonsertin vónandi eisini. Teir báðir kórleiðararnir, Bjarni Restorff og Kári Bæk, hava sett saman eina rættiliga fjølbroytta og áhugaverda skrá, og hana sleppa áhoyrararnir at hoyra í Smæruni í annaðkvøld.

Við kórkvøðu

Tórshavnar Manskór

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo