40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

30. september er World Maritime Day, og IMO hevur heitt á øll limalond um at lýsa bygningar, skip, havnir standmyndir ella annað við maritimum tilknýti upp við bláum ljósi henda dagin.

Í Føroyum fara m.a. Sjóvinnustýrið, Navigare og Føroya Skipara- & Navigatørfelag at vera við í tiltakinum og lýsa bygningar sínar upp hóskvøldið.  Helst verða fleiri við eisini.

Tiltakið er eitt symbolskt átak, ið hevur til endamáls at varpa ljós á tann stóra týdning, ið shipping hevur fyri heimin. Í ár er sjófólkið í fokus við temanum “Seafarers: at the core of shipping’s future”.

Imo heitir á øll, sum eru við í tiltakinum um at brúka hashtag #WorldMaritimeDay á sosialu miðlunum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo