40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Innsent: Heimskendi profeturin Vassula Rydén vitjar í Føroyum tann 3. til 5. juni.

Fyrilestur verður í Vesturkirkjuni 4. juni kl. 19.00.

Vassula hoyrir til griksk ortodoksu kirkjuna, er fødd í Egyptalandi av grikskum foreldrum og gift svenskum manni. Í 1985 upplivdi hon eitt andaligt gjøgnumbrot í Bangladesj, har hon tá búði saman við familjuni. Tað varð byrjanin til eitt djúpt kristið lív. Jesus kom av álvara inn í hennara lív. Hann kallaði á hana at taka ímóti boðskapum, og breiða teir út til allan heimin.

Boðskapirnir, sum verða givnir út undir heitinum True Life in God  (Satt Lív í Guði), fara fram sum samrøður millum Guð og Vassulu. Sjálvt um hesar samrøður bera brá av persónligum eyðkenni, eru teir ætlaðir øllum.

Jesus sigur við hana, at ein og hvør, sum lesur teir, skal seta sítt navn ístaðin fyri “Vassula”. Her er talan um guddómliga námsfrøði við tí endamáli, at ein og hvør kristin og eitt og hvørt menniskja skal finna út av, at Guð talar við ein, og ynskir at hava ein djúpan felagsskap við ein og hvønn okkara.

Serligt eyðkenni við hesum samskifti er, at Vassula ikki bara hoyrir Jesus tosa, men at hann eisini førir hennara hond. Tað sæst týðiliga í hondskrivaðu heftunum, sum eru givin út alment, og fleiri kendir gudfrøðingar hava skrivað um hesa handskrift. Jesu “handskrift” skilir seg eyðsýniliga frá.

Eitt fyribrigdi, sum fyri summi, er eitt tekin upp á, at boðskapirnir ikki kunnu vera sannir, tí hon líkist “automatiskari skrift” – fyri onnur, er tað ein kelda til fruktbara undran, og ger Jesus sera menniskjaligan og nærverandi.

Vassula hevur ferðast kring allan heimin og greitt frá um Jesus, við bakgrund í hennara boðskapum og talað fyri ortodoksum, katólskum og protestantiskum bólkum og samkomum og eisini fyri ikki-kristnum. Í kjalarvørrinum eru nógv komin til trúgv á Jesus Kristus ella vorðin endurnýggjað í trúnni. Eisini eru stovnaðir bønarbólkar runt um í heiminum.

Boðskapurin hjá Vassulu er sára einkul. Jesus, Guðs Sonur, ynskir at sleppa inn í lívið hjá hvørjum menniskja og útoysa sín kærleika yvir tað. Men hann ynskir eisini at uppala tað til eitt “satt lív í Guði”, soleiðis, at tað kann bera frukt. Vassula arbeiðir fyri, at Jesu bøn um sameining fyri øll tey kristnu, kann gerast veruleiki í okkara tíð. Í grundini snúgva nógvir av Jesu boðskapum um ta spjaðing, sum valdar í millum hansara lærusveinar, og um vegin til at byggja upp einleika.

Vassula hevur ikki bara møtt vælvild. Trúboðanartænasta hennara hevur eisini møtt mótstøðu í kirkjuligum samanhangi, eisini í katólsku kirkjuni.

Tað førdi við sær, at hægsti myndugleikin í Vatikaninum, sum fæst við sunnu læruna, sokallaða Trúðarlærunevndin, í fyrsta umfari tók frástøðu og illtonkti hana fyri ranglæru. Síðani er eitt samskifti farið fram, sum førdi við sær,  at Ratzinger kardinalur, seinri Pávi Bænadikt XVI, í 2004 skrivaði undir skjal, har sagt varð, at einki finst í boðskapunum, sum stríðir ímóti Heilagu Skriftunum. Við øðrum orðum, er Vassula í eygunum á katólsku kirkjuni, reinsað fyri ein og hvønn illgruna um ranglæru.

Avgerandi spurningurin er samstundis, um Jesu veruliga talar við Vassulu og gjøgnum hana ynskir at fáa okkum í talu. Hvussu kann ein vera vísur í tí?

Tann spurningurin varð settur til Jesus sjálvan og nógv onnur, sum hava sagt, at tey eru Guðs boðberar. Jesus setir sjálvur sama spurningin, tá hann tosar um sannar og falskar profetar og lærarar. Hansara svar er, at træið kennist av fruktunum. Tann einstaki má tí í síðsta enda sjálvur taka ábyrgd at finna út av, um eitt menniskja kemur frá Guði ella ikki.

Vitjanin hjá Vassulu í Føroyum er eitt gott høvi hjá øllum at koma at lurta, og gera sínar egnu metingar um hetta álvarsmál.

Vertir fyri vitjanini hjá Vassulu er Fólkakirkjan og Mariukirkjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo