40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Televarpið: Áhugin fyri føroyskum fótbólti er stórur, nú Betrideildin telist millum tær heilt fáu kappingarnar í Evropa, har fótbóltur verður spældur.

Í dag er avtala gjørd við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum beinleiðis sjónvarpsmyndir. Avtalan er galdandi fyri alt kappingarárið í 2020.

Afturat hesari avtaluni hevur Televarpið í dag eisini gjørt avtalu við Ekstrabladet.dk, um at miðilin vísir dystirnar, ið verða vístir á Rás 1. Hendan avtalan er galdandi fyri fyrstu fýra umførini.

Undan hesum hevur Televarpið eisini gjørt avtalu við norsku sjónvarpsrásina, TV2, sum er galdandi fyri fyrstu tólv umførini.

Inntøkurnar, sum koma frá útlendsku fyritøkunum, verða býttar millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo