Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey línuskip eru á Føroya Banka og eitt er vestanfyri. Tey fáa mest av toski og hýsu. Øll landa í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og so eru trý á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk og so hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.

Streymurin verður brúkiligur til útróður alla vikuna, men veðrið verður ikki av tí besta, so vit vænta ikki nógvan útróður. Bátrnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.

Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskarí. Hann er á Íslandsrygginum og fiskar mest av toski og so nakað av blálongu. Væntandi landar hann síðst í vikuni. Ein frystitrolari er eisini úti og fiskar. Hann fær mest av svartkalva.

Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Fleir koma væntandi at landa í vikuni.

Allir liggja við bryggju og tað er ivasamt um nakar fer út í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo