Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Við boðskapinum “skolstrejk för klimatet” gjørdist svenska Greta Thunberg heimskend, tá ið hon valdi at fara í veðurlagsverkfall. Síðani hava veðurlagsverkføll verið hildin í nógvum londum og býum ymsastaðni í heiminum fyri at krevja at vakstrarhúsgassútlátið verður minkað munandi.

Eisini í Føroyum hava vit havt veðurlagsverkføll, og nú er aftur tíð hjá umhvørvisfólki at hittast til eitt veðurlagsverkfall. Tað gera vit á Speakers Corner í miðbýnum í Havn á Mentanarnáttini hin 3. juni kl. 16:30.

Samtykti veðurlagspolitikkurin er ikki bindandi, og tí krevja vit eina bindandi veðurlagslóg, har vakstrarhúsgassútlátið skal minka munandi við ítøkiligum átøkum. Vit krevja somuleiðis, at náttúra og lívfrøðiligt margfeldi verður vart, soleiðis at náttúruvernd og minkandi útlát ganga hond í hond.

Magnus Gaard, Elin Sólvør Á Løgmansbø og Pól Jóhannus Toftegaard Larsen bera fram røður. Vit fara eisini at syngja felagssangir, mála steinar við veðurlagspolitiskum boðskapi og hava andlitsmáling til børnini.

Við umhvørvisheilsan,
Veðurlagslóg NÚ og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU)

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo