40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Beinta Løwe harmast um, at vinnufyritøkur kunnu draga negativa innlánsrentu frá í skatti.

Løwe sigur, at harvið spara hesar fyritøkur skatt og vanligi skattgjaldarin má tí rinda meira í skatti.

Men Løwe tykist ikki at vita, at tá negativa rentan gerst ein útreiðsla hjá vinnufyritøkunum, verður sama renta samstundis ein inntøka hjá bankunum og henda “negativa” rentuinntøka kemur sostatt til skattingar í Føroyum.

Sostatt er negativa rentan kostnaðarneutral fyri landskassan og ikki ein útreiðsla, sum Løwe vil vera við.

Vinnurekandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo