Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ísland er kent fyri at ganga frammanundan í javnrættindum. Ísland var fyrsta landið í heiminum, sum gav kvinnum og monnum somu arvarættindi, 100 ár eru liðin síðani at kvinnur fingu valrætt í Íslandi, og

Ísland hevði í Vígdis Finnbogadóttir heimsins fyrsta kvinnuliga forseta.

Í februar fagnar Norðurlandahúsið íslendskari list og mentan - og javnrættindum. 10 menn og 11 kvinnur mynda listafólkahópin, sum kemur til Land í Eygsjón: Áfram Ísland! og leiklutirnir, tey hvør sær spæla, eru ikki altíð teir typisku.

Hyggur tú at tónleikaheiminum í dag, so er eitt nokk so gjøgnumgangandi mynstur at kvinnuligir sangarar hava mannligar tónleikarar at spæla undir og mannligir sangarar hava mannligar tónleikarar at spæla undir. Kendi sangarin Bubbi Morthens hevur vent hesum við og hevur mannað sín nýggja bólk einans við kvinnum. Hann hevur skrivað 10 sangir, sum allir snúgva seg um kvinnur og javnrættindi, og hesar fer hann at framføra í Norðurlandahúsinum saman við sínum spaðarfrúgvum.

Kvinnurnar sleppa tó eisini at standa fremst. Í alternativa tónleikabólkinum Ylja vóru upprunaliga bert tvær kvinnur. Tær hava so fingið eina kvinnu og tveir menn afturat sær, men eru tær báðar Gígja og Bjartey eru enn í front.

Fýra einlistafólk vera til Land í Eygsjón: tveir menn, skemtarin Ari Eldjárn og hornsolisturin Stefan Jón Bernharðsson, og tvær kvinnur, listakvinnan Hekla Dögg Jónsdóttir og rithøvundurin Kristín Marja Baldursdóttir.

Norðurlandahúsið hevur sett eina skrá saman, sum lýsir fjølbroytnið í íslendskari list og opinleikan og javnvágina í íslendskari mentan.

Land í eygsjón: Áfram Ísland verður í Norðurlandahúsinum 12.-21. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo