Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Tann 29. januar verður Leiðaradagurin skotin í gongd.

Tema á degnum er retorikkur og samskifti fyri leiðarar
Retorikkur og samskifti er sera nógv frammi millum leiðarar í hesum døgum. Hetta verður tema á Leiðaradegnum 2016. Evnið hevur sera stóran áhuga millum leiðarar og eru væl fleiri tilmeldingar komnar í mun til sama mundi seinasta ár.

Tveir av fremstu retorisku undirvísarum i Danmark koma at læra okkum, hvussu vit verða hoyrd, tá vit tosa við okkara starvsfólk og onnur við. Bæði tá vit tosa í minni forum, men eisini hvussu vit veruliga verða hoyrd, tá vit halda talur. Eisini kemur Eydna Skaale, sum má sigast vera ein av fremstu føroysku retoriksnillingunum, at halda eitt spennandi upplegg.

Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks og Ársins almenni leiðari 2015 setir dagin og vit fara at hoyra, hvat er í skjáttuni hjá Atla Gregersen, stjóri á Luna og Ársins privati leiðari 2015.

Hæddarpunktið á degnum verður tá Ársins Leiðarar verða kosnir. Ein innan tað almenna og ein innan tað privata.

Møguleiki er hjá øllum at innstilla onkran leiðara, sum tey halda, eigur at fáa heiðurin í 2016.  Freistin er 18. januar – tilnevn HER !

Les alt um dagin og tekna teg  HER! ella á heimasíðuni hjá Synergi www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo