40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tad er torført at ímynda sær eina ferming ella eitt gott Ólavssøkuborð uttan kalvasalat. Hesin okkara sera vælsmakkandi føroyski kalvin er ein týðandi partur av matarskránni tá blíðskapur skal sýnast. Ella ein væl stoktur kalvi við nógvum smør smelti og brúnum leyki og nýggjum eplum Heiman Av Sandi – kann tað verða betri?

Men hvussu leingi hava vit kalvan? Hann er torførur at fáa fatur á í dag, og í teimum sølubúðum í Havn har hann – av og á – fæst til keyps liggur prísurin í dag um kr 250,- per kg og fer longri upp.

Sannroynd er at minni og minni er til av kalva á føroyaleiðunum og tað er katastofalt at sokallaða “holið” norðurvestur av Føroya Banka har meginparturin av kalvastovninum gýtur í hesum døgum ikki er totalfriðað frá november til mars i minsta lagi!

Tað sigur seg sjalvt at onki verður til av kalva verður allur gýtingarfiskurin tikin! Tað var fleiri ferðir heitt á fráfarna Fiskimálárað um at seta hesa friding i verk, men onki varð gjørt.

Tað er at vóna at núsitandi Fiskimálarádharri og hansara fólk gera nakað við hetta álvarsmál. Í Íslandi er kalvin friðaður í løtuni…

Tað er ikki at vóna at kalvin verður sum “lundi á jólanátt”!

Okkara uppvaksandi ættarlið hava neyvan smakkað ein lunda ella ein lomviga. Hetta tilfangi sum var ein partur av dagliga kostinum hja okkara foreldrum er burtur í dag og kanska fyri altíð.

Okkara hummari sum hevur verið ímyndin av gastronomiska rákinum í Føroyum saman við igulkerum er eisni komin á gravarbakkan vegna dálking og ovurveiðu.

Tað ber til at týna náttúruna!

Okkara fantastisku Føroysku náttúru, hana sum vit bert hava til láns frá okkara abbabørnum.

Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo