40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna bygd, og av tí sama er tað upplagt at taka kyndilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmsfestivalinum í landinum.

 

- Hetta er eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða, lova fyrireikararnir.

 

Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar og tríggjar spælilongd-filmar.

 

Í hesum serstøku Koronatíðum hevur filmsvinnan ligið lamin; frumframsýningar av føroyskum filmum eru útsettar og filmsvirksemið er so at siga steðgað. Ætlanin er tí, at alt yvirskotið verður latið aftur til føroysku filmsvinnuna.

 

Tað vera í alt 9 sýningar, á umleið 90 min pr. sýning. Tríggar sýningar um dagin, og festivalurin endar síðani við einari drive-in guðtænastu sunnudagin tann 3. mei, har Maria Summers við Skipá, prestur, prædikar.

 

Filmarnir Trøllabeiggi hjá Gudmundi Helmsdal og Ábyrgd hjá Katrini Joensen-Næs verða frumframsýndir 30. apríl og 1. mei.

 

Skíggin verður framman fyri Turkihúsið og keiøkið, har ið filmsfestivalurin verður, verður skipað eins og ein biografsalur; møguleiki verður tilskil at keypa sær eitt pláss, júst har man ynskir.

 

Skrá við meira er her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo