40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna kommuna: Orsakað av, at korona-smittan nú av álvara hevur tikið seg uppaftur kring landið, hevur Vestmanna Kommuna avgjørt at seta ymisk tiltøk í verk til tess at fyribyrgja smittu av korona-virus.

Eftir ætlan skuldi dagstovnaøkið hjá Vestmanna Kommunu lata uppaftur í komandi viku – mánadagin 10. august.

- Fyri at gera okkara fyri at basa smittuni er avgerð tikin um, at dagstovnaøkið ikki letur upp sum ætlað nú mánadagin. Stongt verður fyribils fram til 17. august, sigur kommunan.

- Dagstovnaøkið má tó hava opið í neyðugum vavi fyri børn, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur, verður sagt.

Kommunuskrivstovan, havnarskrivstovan og ungdómshúsið eru stongd fyribils fram til 17. august. Einki virksemi verður í ítróttarhøllini og ongi hølir hjá Vestmanna Kommunu verða útleigað fyribils fram til 17. august. Heldur ikki í undirhúsinum verður nakað virksemi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo