40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Visit Vágar fer í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu aftur í ár at skipa fyri mentanarvikuni Vesturskin, sum verður í døgunum 18. til 24. august.

Endamálið við Vesturskin er at varpa ljós á Vágar við alskyns mentanar- og náttúruupplivingum í allari oynni.

Skráin í ár fer bæði at bjóða uppá nøkur afturvendandi tiltøk, so sum sólseturskaffi í Gásadali, pilates á Trælanípuni og Vágagongu.

Harafturat verða eisini ymisk nýggj og áhugaverd tiltøk at gleða seg til bæði hjá børnum og vaksnum.

Fylg við Vesturskin á facebook her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo