Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í kapping við yvir 600 ferðavinnufilmar var vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands ein av teimum 9 filmunum, sum vórðu tilnevndir "Heimsins besti ferðavinnufilmur 2015" í Wien, Eysturríki.

Orsøkin til, at vetrarfilmurin varð tilnevndur til henda heiður var, at filmurin hevur vunnið seks altjóða filmsvirðislønir í 2015: Í Berlin, Sofia, Riga, Varsjava, Belgrad og Los Angeles.

Í Wien var føroyski vetrarfilmurin í harðari kapping við millum annað flotta vinnaran "Time" úr Sveits og nakrar skemtiligar filmar úr býnum Gent í Belgia.

- Hóast vit ikki fingu fyrsta plássið hesaferð, so kennist tilnevningin sum ein vinningur í sjálvum sær. At vera í top 9 av yvir 600 er sera flott, og tað kunnu allir føroyingar vera ernir av, sigur Tór Verland Johansen og leggur afturat:

- Tað var eisini gleðiligt at hoyra lógvabrestirnar í stóra salinum beint eftir, at filmurin var vístur. Aftaná komu nógvir áskoðarar yvir til mín og søgdu, at filmurin hjá okkum var tann mest rørandi, sum rakti teirra kenslur best.

Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av vetrarfilminum hjá Visit Faroe Islands. Sama toymi stóð eisini fyri føroyska summarfilminum, sum í 2014 vann fimm altjóða filmsvirðislønir.

Allir 9 tilnevndu filmarnir kunnu síggjast her: http://cifft.com/grand-prix-winner/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo