Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú er stundin komin til ársins vetrarjazz viku í høvuðsstaðnum. Hetta er áttanda árið á rað, at vetrarjazz er á skránni í Tórshavn, seinastu viku í januar, myrkastu tíð á árinum. Aftur hesa ferð er skráin á tremur við góðum og fjølbroyttum tónleiki, bæði við útlendskum og føroyskum nøvnum.

Konsertir og framførslur verða í Norðurlandahúsinum, á Reinsarínum, á Hvonn, í Sirkus, í Kaffihúsinum, í SMS og í Havnar kirkju.

Stóra tiltakið verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 28. januar kl. 19.30, tá Eivør fer at framføra verkið Kópakonuna saman við DR Bigband og DR Vokalensemblet.

Av øðrum áhugaverdum nøvnum skulu nevnast Tuesday Night Brassband úr Danmark, Sturle Dagsland úr Noregi, Shark Attack, sum er mannað bæði við norðmonnum og føroyingum, umframt Punjab, Yggdrasil og Plúmm, sum eisini hava gjørt vart við seg í seinastuni.

Leygardagin 30. januar verður sangarakonsert við Jógvan Joensen, Jensinu Olsen, Mads Matthias (úr DK) og The Højgaard Sisters.

Vetrarjazz 2016 byrjar týsdagin 26. januar kl. 17 við ókeypis konsert í Kaffihúsinum við Spruus, ið er mannað við Ragnari Finson, Angeliku Nielsen og Edvard Nyholm Debes. Seinni um kvøldi er ókeypis konsert á Hvonn við Shark Attack og Kátum Køllum. Mikudagin 27. januar eru konsertir í Kaffihúsinum og í Sirkus, har eksperimenterandi tónleikur við Balak, Hús og Khim-Zen er á skránni.

Fullfíggjað skrá fyri Vetrarjazz 2016 er at síggja á www.facebook.com/vetrarjazz

Onnur nøvn, ið framføra á Vetrarjazz 2016 eru Blue Coat Brassband, Mathias Kapnas, Kagadim (barnajazzur), GØ, Agnar og Herluf, Khim-Zen, Balak, Hús, Katrin og Pauli, Space Invaders og Tjant.

Fríggjadagin 29. januar er stór vetrarjazz verkstova í Norðurlandahúsinum, sum verður kallað New Orleans Workshop, sum verður skipað saman við Tuesday Night Brass Band, har øll áhuga kunnu luttaka. Dagin eftir, leygardagin 30. januar kl. 16, verður ein workshop-konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum við tilfari frá New Orleans verkstovuni. Henda workshop-konsertin endar við einari New Orleans Street Parade úr Norðurlandahúsinum oman á Reinsaríið fyri fullum útblástri.

Hóskvøldið, fríggjakvøldið og leygarkvøldi stendur Reinsaríið fyri stórfingnum konsertum og framførslum, við so mætum nøvnum sum DR Bigband, Yggdrasil, Sturle Dagsland, Plúmm, Tuesday Night Brass Band og fleiri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo