40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Oddfríður M. Rasmussen undirvísir í 8. og 9. flokki í føroyskum, donskum, søgu og kristni, og er flokslærari hjá einum 9. flokki.

Í Skúlablaði nr 5, 2018 setti Skúlablaðið honum stevnu fyri at hoyra um hansara royndir og tankar um at seta film á dagsskránna í føroyskum.

Sum skilst, er undirvísingin í filmi fyrst og fremst sprottin úr egnum huga og hugburði um, at allir næmingar í 8. og 9. flokki í framhaldsdeildini eiga at fara ígjøgnum hesar fimm tættir: myndlist, fjølmiðlar, filmslist, stuttsøgur og skaldsøgur, og yrkingar.

Í námsætlanini fyri føroyskt í 2.-10. flokk stendur "filmur" bara nevnt eina ferð, og tað er í allýsingini fyri ein samansettan tekst, har filmur verður nevndur sum dømi. Av somu orsøk eru ikki nakrar undirvísingargongdir tøkar, og tilfarið er avmarkað til eina temasíðu um film á snar.fo, sum Nám hevur gjørt.

Oddfríður heldur, at henda síðan er fín, tó at hon er best egnað til filmsgreining heldur enn filmsframleiðslu. Oddfríður hevur tí leitað sær kunning á øðrum heimasíðum, m.a. á filmslinjen.dk, har næmingarnir m.a. kunnu lesa um, hvussu ein ger film.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo