Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góði Aksel Petersen.

Havi við áhuga lisið grein tína, sum stóð á Vágaportalinum í gjár, og eri eg komin til ta niðurstøðu, at bæði tú, eg og samfelagið kunnu gleðast um, at tú fekk tær eina luft til vatn hitapumpu í 2007.

Við íløgu tínari er tú sloppin undan at brúka gassolju. Við vanligum virknisstigum, sum hoyra til hitapumpur (COP mett til 3,0) og oljufýringar (90%), og við tí hitanýtslu, sum tú upplýsir, so hevur hitapumpan hjá tær í árunum 2007 til og við 2018 brúkt el fyri góðar 300.000 kr., meðan at tú hevði havt keypt gassolju fyri góðar 400.000 kr., um tú ikki fekk tær hitapumpu.

Hetta tíðarskeiðið hevur tú sostatt vunnið inn aftur meira enn allan kostnaðin av hitapumpuni, sum tú segði var áleið 80.000 kr. Útrokningarnar eru gjørdar við støði í prísunum á el og olju í hesum tíðarskeiðnum.

Eisini hevur tú við hitapumpuni spart umhvørvinum fyri útlát av koltvíiltu. Hóast SEV brúkar olju til partar av elframleiðsluni, so er hitaskipanin hjá tær, roknað yvir nevnda tíðarskeið, meira enn 80 % grøn.

Fyri góðan ordans skuld skal eg at enda nevna, at tað er ein løgtingslóg, sum ásetur tey krøv, ið hitapumpur skulu lúka, fyri at hesar kunnu fáa avsláttur í elprísinum.

Ynski tær eitt gott summar og gevi tær eina vinaliga heilsan

Hákun Djurhuus

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo