40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Viðmerkingar til innslag í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya 23.2. 2020 kl. 18.00 um móðurmálsorðabókina

Sunnudagin 23. februar kl. 18 var ein samrøða við Mariu Heradóttur, ritstjóra á Námi, har boðskapurin var, at arbeiðið við at dagføra móðurmálsorðabókina var steðgað upp. Útvarpsmaðurin segði í innganginum m.a.  “Arbeiðið við at menna móðurmálsorðabókina er steðgað upp, og føroyska málið rekur fyri vág og vind, tí tað manglar ein skipaður málpolitikkur”.

Hesin inngangur inniheldur tveir feilir:

1. Arbeiðið at dagføra orðabókina er ikki steðgað upp, men heldur fram.

2. Vit hava ein almennan stovn, Málráðið, sum hevur til uppgávu at arbeiða við málinum, soleiðis at tað ikki rekur fyri vág og vind, men at tað er stýring á tí.

Arbeiðið at dagføra orðabókina er ikki steðgað upp. Tað verða støðugt gjørdar dagføringar av orðabókini, bæði av orðatilfarinum og bendingum, men orsakað av tekniskum trupulleikum koma hesar dagføringar ikki út á Sprotan. Sprotin veit um henda trupulleika, men hevur ikki fingið loyst henda knútin.

Sumt av tí, sum verður sagt í innslagnum, liggur uttan fyri orðabókararbeiði, t.d. tá ið Maria Heradóttir sigur: “tí eftirlýsi eg ein skipaðan málmenningarpolitikk stutt og greitt”. Málmenningarpolitikkur er eitt meira yvirskipað arbeiði, sum Mentamálaráðið eigur at taka sær av og ikki teir einstøku orðabókaritstjórarnir.

Sagt verður víðari: “skal einum máli vera lív lagað, má tað vera í støðugari menning, og orðini tey eru grundarsteinar og tey mugu leggjast til og broytast og tillagast og nýggj orð mugu smíðast, og tað er tað, sum eg upplivi ikki heldur”. Hetta eru uppgávur, sum natúrliga liggja undir Málráðnum, tí í endamálsorðingini stendur, at Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur.

At enda verður sagt í innslagnum, at móðurmálsorðabókin átti at verið proaktiv, og so verður víst til oljuorðalistan, sum varð gjørdur, tá ið oljuvinnan var í umbúnað. Men tað ber illa til at hugsa sær eina proaktiva orðabók, tí so skuldi hon loftað tøkuorðum, áðrenn tey koma inn í málið. Øðrvísi er við einum fakorðalista sum oljuorðalistanum, tí har ber til at finna fakorðini í útlendskum oljuorðalistum og so týða tey til føroyskt, áðrenn brúk er fyri orðunum, so at siga. Og tað varð tað, sum varð gjørt.  

Nevnast kann at enda, at tað liggur ein umsókn í Mentamálaráðnum um eitt orðabókastarv á Føroyamálsdeildini til at røkja og menna móðurmálsorðabókina, men svar er einki komið. 

Jógvan í Lon Jacobsen
Ritstjóri á móðurmálsorðabókini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo