Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At byggja bát og bíliga duga hellst øll uttan føroyska sosialdemokratiska heimastýrið, byggja eina tríkylju sum kostar 38 milliónir og tað gjøgnum (sum eg skilji tað) føroyskan agent, eina ferju til 3 bilar.

Mols Linjan bygdi eitt stálskip í Bangladesh, MF Isefjord, 147/98 ferðandi, 28 bilar.

Ferjan er útgjørd við azimut stýring, hevur allar hentleikar, bilarnir koyra av báðum endum, við 2X500 HK høvuðsmotorum.

Skipið er 475 Brt. 142Nt, gongur 9 míl.

Alt hetta uttan kammeratarí og uttan sosialdemoktratiskt oyðsl.

Henda snekkjan latin donsku eigarunum fyri tann netta prís av 30 milliónir.

Góðskan er í topp og ferjan hevur siglt uttan steðg síðani. So tá statspressan reypar um glastrevjabát úr Noregi, ja, so...

Herdari glastrevju eru helst allir glastrevjubátar bygdir úr.

Er hetta enn ein sosialdemokratisk mutursroynd? Ella bert vanligt kammeratarí. Hetta er í øllum førum ein fúlur okursprísur eftir mínum tykki.

Onkur agentur í Havn skorar garantera kassan, so mikið fái eg gitt meg til.

So vælsignaðir specialkammeratar í samgonguni, hugsi um okkum, ið skulu gjalda og droppi hetta vanvitis projektið.

J. Pauli í Geil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo