Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Ongin lús er í ringunum hjá Bakkafrost í Sundalagnum. Og tað er óvanligt, segði Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrosti á virkisdegnum sum er í dag. Hann væntar tó ikki, at henda støðan fer at halda sær, tí tað eru bara rognkelsi og feskvatnsviðgerð umborð á Hans á Bakka sum standa ímóti lúsapláguni sum er.

Hans á Bakka hevur higartil viðgjørt eini 30.000 tons av laksi ímóti lús, upplýsti Regin Jacobsen á fundinum í dag, og viðgerðin hevur riggað sera væl, segði hann.

Men hóast tað riggar væl, so gongur tað ov seint, og tað næsta verður viðgerð við sjógvi sum er 30 hitastig.

Nýggi og umbygdi báturin Martin, sum kemur til landið um 10 dagar, skal brúkast til hesa viðgerðina. Og gongst sum Bakkafrost ætlar, so verður eitt líknandi skip afturat keypt til endamálið í summar.

Tá fer at bera til at avgreiða 12 ringar um dagin, í mun til teir tveir sum Hans á Bakka klárar.

Bakkafrost væntar at kunna spara einar 80 mió árliga tá øll trý skipini eru í drift ímóti lýsnum. 

Hoyr Regin Jacobsen greiða frá í videobrotinum omanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo