40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Minst 20 ferðir flugu tvey russisk jaðaraflogfør sera tætt framvið amerikanska oyðaranum USS Donald Cook.

Hendingin fór fram fyrr í vikuni, og nú eru myndir av hendingini komnar undan kavi.

Annað av flogførunum skuldi vera bert 9 metrar uppiyvir oyðaranum, tá tað fley framvið.

USA finst hvassliga at Russlandi og sigur, at slík "simularað álop" onki endamál hava, men hinvegin kunnu vera við til at økja spenningin millum londini og kunnu enda við mistøkum sum kosta mannalív.

Hendingin fór fram í Eystursjónum, stutt eftir at oyðarin hevði loyst úr polska havnarbýnum Gdynja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo