Tann 18. februar um kvøldið lendir Mars farið hja NASA sum kallast Perseverance á Mars. Rovarin fer síðani at koyra runt og samla inn tilfar og aðrar upplýsingar.
Gongur alt sum ætlað verður hetta eitt sera stórt framstig fyri NASA og serligan áhuga hevur hendingin fyri føroyingar, tí havnamaðurin David Arge Klevang Petersen, sum starvast á DTU Space, eigur ein leiklut í at menna rovaran.
Tað er sostatt ein vika til lending. NASA hevur gjørt henda animatiónsfilmin sum vísir hendingina, tá rovarin lendir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo