Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Visit Faroe Islands: Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur verið stórur, og aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum. Sum nakað nýtt hava vit lagt ein arbeiðsdag aftrat vikuskiftinum.

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað
verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Tær 8 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein
hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er týsdagin 2. apríl á midnátt, ella tá ið einki pláss er eftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo