Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Í vikuskiftinum 2. til 4. mai vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt sættu ferð verkætlanir verða kring landið. Áhugin hjá sjálvbodnum at vera við hevur verið stórur, og av teimum 6.000 sum høvdu tekna seg í ár, standa nú 80 útlendingar og áleið 50 føroyingar klárir at seta fyrstu hond á tær 8 ymisku verkætlanirnar kring landið. Sum nakað nýtt hava vit lagt ein arbeiðsdag aftrat vikuskiftinum.

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Eitt nú verður arbeitt í Nólsoy, Vestmanna, Tjørnuvík, Sundshaga og Slættanes. Tær 8 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her. Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann/kvinnu, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

Av tí, at arbeitt verður á hesum átta støðunum heitir Visit Faroe Islands á fólk um at vísa fyrilit og vóna, at tað ber til at útseta gongutúrar á hesum støðum, meðan arbeitt verður komandi dagarnar (2-4 mai).

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo