Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 30. apríl kom eitt tíðindaskriv frá hagapørtunum í Mykinesi við yvirskriftini “Burðardygg ferðavinna í Mykinesi framyvir.”

Í tíðindaskrivinum stendur, at “Hagapartarnir í Mykinesi hava í samstarvi við Visit Vágar arbeitt við at skipa ferðavinnuna í oynni á ein burðardyggari hátt. Hetta fyri at verja náttúruna, fugla - og djóralív og ikki minst við atliti til fólkið í oynni, sum verða ávirkaði av mongu ferðafólkunum, ið koma í oynna.”

Nevndin í Visit Vágar vil vísa á, at Visit Vágar hevur verið við til at samskipað, at ferðavinnan í Mykinesi kann blíva meira burðardygg. Síðan í januar hevur tað verið við at sparra við samskipara, ið varð settur av hagapørtunum í Mykinesi at skipa eina burðardygga ferðavinnu í oynni.

Visit Vágar setti nýggjan leiðara tann 1. mai, og høvuðsuppgávan hjá leiðaranum verður framhaldandi at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðardygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum.

Sjálvt gjaldið hevur Visit Vágar onga ávirkan á, og eru tað hagapartarnir í Mykinesi, sum gera av hvat gjaldið er og umstøður tí viðvíkjandi. Tó kann viðmerkjast, at nevndin heldur tað er óheldugt, at gjaldið verður broytt dagin áðrenn Jósup byrjar at sigla hvønn dag út til Mykinesar upp til sesong, og at ráðgeving frá VisitVágar var, at man kunnar um eventuella broytingar í góðari tíð, upp til 1 ár áðrenn broytingar koma í kraft.

Nevndin í Visit Vágar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo