Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Giktafelagið hevur lisið og ummælt svarini frá Landsstýriskvinnuni í Heilsumálum til § 52a fyrispurningin frá Jacob Vestergaard, og hevur Giktafelagið í tí sambandi fylgjandi viðmerkingar:

Ad. 1.
Landsstýriskvinnan hevur í svari upplýst, at ongi tøl eru yvir, hvussu nógv fólk í Føroyum hava gikt. Einans eru skrásetingar yvir giktraktar sjúklingar, ið eru í sjúkraviðgerð hjá Sjúkrahúsverkinum. Hesir eru 1.200 í tali.

Landsstýriskvinnan upplýsir harumframt, at sambært Sjúkrahúsverkinum, eru tey við liðagikt ikki skrásett, tí tey fáa tablettviðgerð.

Giktafelagið loyvir sær at spyrja, hvussu hetta skal skiljast? Tað eru nógvir giktasjúklingar, ið hava aðrar giktasjúkur enn liðagikt, ið somuleiðis fáa tablettviðgerð, men sum eisini eru knýtt at giktalækna í Sjúkrahúsverkinum.

Man tað ikki vera tey við slitgikt, landsstýriskvinnan sipar til, sum ikki eru skrásett?

Aftrat hesum 1.200 skrásettu eru onnur, ið ikki eru skrásett - tey, ið hava slitgikt (og møguliga tey við liðagikt) og so tey, ið enn ikki hava fingið staðfest gikt. Sostatt eru ongi neyv tøl yvir, hvussu nógv fólk í Føroyum í veruleikanum hava gikt. Vit vita bert, at tað eru yvir 1.200 fólk við gikt í Føroyum.

Havast skal í huga, at tað eru yvir 200 sløg av giktasjúkum.

Landsstýriskvinnan visti heldur ikki at siga, hvussu lutfallið er millum giktasjúklingar í Føroyum og Danmark.

Tá vit ikki hava neyvari tøl, er einans gjørligt at samanbera lutfalsliga við Danmark í mun til donsk tøl. Tað er tó ikki neyvt nokk, tí munur er á føroyingum og danskarum á nógvum økjum - kroppsliga, genetiskt, geografiskt, klimatiskt og í mun til arbeiðstrýst.

Hugsast kann, at tað í Føroyum eru lutfalsliga fleiri giktrakt enn í Danmark. Í Danmark, har tað búgva áleið 6.000.000 menniskju, hava yvir 700.000 menniskju giktasjúkur. Hetta svarar til, at hvør 8. danskari hevur gikt. Lutfalsliga svarar hetta til, at tað í Føroyum, hvar vit búleikast næstan 54.000 menniskju, eru meir enn 6.000 teirra, sum hava gikt, ja kanska enn fleiri.

Aftrat tí, at tað eru 1.200 giktrakt, ið eru í viðgerð fyri gikt í Føroyum, vita vit, at:

- tað í 2022 vóru 15 játtanir í almannaverkinum til tillagað starv til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 92, meðan tað vóru 77 játtanir til fyritíðarpensjón til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 302.

- tað í 2021 vóru 22 játtanir í almannaverkinum til tillagað starv til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 72, meðan tað vóru 93 játtanir til fyritíðarpensjón til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 311.

- tað í 2020 vóru 29 játtanir í almannaverkinum til tillagað starv til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 100, meðan tað vóru 87 játtanir til fyritíðarpensjón til giktrakt í mun til samlað tal av játtanum á 302.

Sostatt er lutfalsliga stórur partur av giktraktum í Føroyum í tillagaðum starvi ella fyritíðarpensjónistur. Somuleiðis vita vit, at giktarakt eru ein stórur partur av teimum, ið eru í tillagaðum starvi, ella eru fyritíðarpensjónistar.

Við tí í huga, at tað vit ikki hava neyvari tøl yvir giktarakt enn tey 1.200, ið eru í viðgerð í Sjúkrahúsverkinum, men samstundis vita, at giktasjúk í Føroyum eru nógv harðari rakt enn giktasjúk í Danmark, orsakað av okkara slavna veðurlagi, eins og vit vita, at giktrakt í mun til samlaða talið eru ein stórur partur av teimum, iðeru í tillagaðum starvi, ella eru fyritíðarpensjónistar, mástaðfestast, at giktaøkið ikki er nóg væl handfarið og ikki er nóg høgt raðfest.

Giktafelagið mælir tí til, at okkurt verður gjørt fyri at lyfta giktaøkið og betra um umstøðurnar, so at giktrakt kunnu fáa best møguliga viðgerð og harvið vera á arbeiðsmarknaðinum sum longst.

Ad. 2.
Í sambandi við spurningin um, hví giktrakt ikki fáa biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur ikki riggar, svarar landsstýriskvinnan, at biosimilærur heilivágur er eins góður og tryggur og biologiskur heilivágur, men at um effektin ikki er nóg góð, verður ein nýggj roynd gjørd, og at man í einstøkum føri má venda aftur til biologiska heilivágin. Men verður tað í veruleikanum vent aftur til biologiska heilivágin í øllum neyðugum førum?

Giktafelagið hevur fingið úttalilsi frá giktasjúklingum, har av onkur hevði fingið biologiskan heilivág, men varð álagdur at skifta til biosimilæran heilivág, men sum ikki toldi biosimilæra heilvágin og tí kom í eina sera óhepna og farliga støðu. Eisini er giktafelagið kunnað um, at í fleiri førum, er viðgerðin broytt uttan viðtalu ella kunning, eitt nú á apotekinum.

Sostatt kann staðfestast, at biosimilærur heilivágur ikki í hvørjum einstøkum føri er eins góður og biologiskur heilivágur.

Eisini loyvir Giktafelagið sær at spyrja, um Sjúkrahúsverkið hevur skrásett skiftini frá biologiskum heilivági til biosimilæran heilivág? Er skrásett HAQ ella BAS score fyri hesi? Uttan hesar skrásetingar ber ikki til at fylgja reaktiónini av viðgerðini, ella at tryggja sær, at sjúklingar ikki reagera í mun til nýggja viðgerð. Hetta er fakligt ábyrgdarloysi.

Giktafelagið mælir staðiliga til, at Sjúkrahúsverkið tekur betri fyrivarni fyri fylgjum av at skifta frá biologiskum heilivági til biosimilæran heilivág, og at Sjúkrahúsverkið førir betri yvirlit yvir giktasjúklingar, ið skifta frá biologiskum heilivági

Ad. 3.
Í sambandi við spurningin um, hví visitatiónsnevndin ikki er mannað av onkrum reumatologi, svarar landsstýriskvinnan, at teir yvirlæknar, ið sita í nevndini, ikki eru valdir vegna egið ítøkiliga øki. Hetta, tí at nevndin annars skuldi verið mannað av 30 ymiskum serlæknum.

Giktafelagið loyvir sær at spyrja, hvat virði er í eini visitatiónsnevnd, ið skal avgera, hvørjir giktasjúklingar skulu sleppa í klimaviðgerð, um ongin serlækni í reumatologi er partur av nevndini? Hvat er meiningin við at hava serlæknar á ymsu økjunum, um einhvør annar serlækni kann avgera lagnuna hjá sjúklingum innan onnur øki?

Havast skal í huga, at gikt ikki bert umfatar giktasjúkur sum liðagikt, slitgikt og psoriasis gikt. Tað eru, sum áður staðfest, yvir 200 sløg av giktasjúkum. Giktasjúkur, har talan er um systematiskar bindivevnaðasjúkur, eru tær, sum eru mest truplar at staðfesta og viðgera. Hóast hesar giktasjúkur teljast millum tær heldur sjáldsomu, krevur viðgerð av hesum sjúkum høga fakliga servitan, tíð og tilfeingi.

Giktafelagið mælir til, at Sjúkrahúsverkið finnur aðra loysn fyri avgerðarmannagongdini, tá giktrakt verða send í klimaviðgerð, so at tað eru serlæknar í giktasjúkum, ið taka avgerðir, ið viðvíkja giktasjúklingum.

Giktafelag Føroya

22. juni 2023

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo