40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Á myndini: Rannvá Olsen, spælari, Rúni Djurhuus, stjóri Wenzel og Hallur Arason, spælari

Á myndini: Rannvá Olsen, spælari, Rúni Djurhuus, stjóri Wenzel og Hallur Arason, spælari

Á myndini: Rannvá Olsen, spælari, Rúni Djurhuus, stjóri Wenzel og Hallur Arason, spælari

VÍF fegnast um at hava gjørt nýggja stuðulsavtalu við P/F Wenzel. Hondbólturin hevur sera stóran týdning fyri ungdómin og bygdina Vestmanna, og er tað tí av stórum týdningi at hava góðar stuðlar.

Menning av fremstu liðunum, eins væl og ungdómsarbeiðinum, krevur nógv, og gleðast vit í Vestmanna Ítróttarfelag um, at Wenzel á hendan hátt er við og sæst aftur í menningini hjá okkum í felagnum.

Við stuðlinum frá Wenzel hava vit góðar fortreytir fyri at kunna gera okkum galdandi í øllum deildum.

Stjórin á Wenzel Rúni Djurhuus metir tað vera umráðandi at stuðla ítróttini og ungdóminum, sum fleiri ferðir um vikuna venur og stríðist fyri at gleða okkum áskoðarar, sum kunnu ferðast kring landið í hallirnar at síggja góðan hondbólt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo