Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

VÍF: Okkara menn hava tryggjað sær víðari luttøku til triðja umfar í Evropa Cup. Tað gjørdist greitt, tá teir í kvøld vunnu seinna dystin ímóti Esch úr Luksemburg. VÍF vann 30-28. Í gjár vann VÍF 31-30.

Teir í gulum og bláum spældu ein sera góðan fyrra hálvleik, har teir serliga stóðu væl í verjuni.

Tá farið varð undir seinna hálvleik, var VÍF á odda við fýra málum, men eins og í dystinum í gjár, varð leiðslan etin upp. Filip Jojic varð mansvardur og tað tyktist at órógva okkara spæl, samstundis sum verjan misti takið einu løtuna. Miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Ecsh leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum.

VÍF raknaði tó við aftur og síðstu 10 minuttirnir gjørdust ógvuliga spennandi, har tað eins og í gjár ongantíð var meira enn eitt mál á muni. Okkara menn stríddust framúr væl, sum varð avgerandi fyri, at sigurin fór til Vestmannar.

Málskjúttar:

Kristoffur Bjørgvin 8
Filip Jojic 8 (2)
Andrias Eriksen 6
Hallur Arason 2
Djóni Bárðarson Nielsen 2
Tróndur Johnson 1
Eyði Bjargarson 1
Jóhannus Bjørgvin 1
Jón Múller 1
Myndir: Andrei Vladut Antal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo