Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú farið verður undir næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm, so meta vit, at tíðin er komin at hugsa enn longur í sambandi við sjálva ánna, sum er vorðin ein sannur hugnadepil í býnum.

Tað tykist, sum at kalla øll hava tikið til sín fyrsta byggistig av nýggja býarrúminum, sum latið varð upp undan ólavsøku í fjør. Nú verður farið undir næsta byggistigið, sum umfatar góða gamla sparikassagarðin og gongugøtuna, har eitt hugnaligt uppihaldsrúm verður gjørt. Hetta býarøkið skal skapa møguleika fyri uppihaldi hjá føroyingum og ferðafólki.

Tá vit tóku nýggju ánna í brúk var hetta eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt vakurt og hugnaligt býarrúm. Og nú fara vit at taka eitt stórt stig aftrat fram ímóti at gera Vaglið og alt býarrúmið kring Vaglið til meginsavningarstað í býnum.

Vit fegnast stórliga um, at tað hevur borið til at framt hesa verkætlan við nærum fullari semju í býráðnum, og at løgtingið eisini hevur stuðlað fíggjarliga. Men vit kundu hugsað okkum at farið eitt stig víðari og fara at leggja uppskot fram um hetta.

Tí við munnan á Havnará er skapt eitt frálíkt uppihaldsøki, sum vit halda uttan stórvegis trupulleikar kann útbyggjast og gerast munandi betur.

Við visjónini fyri høvuðsstaðin varð hugskots- og prosjektkappingin fyri miðbýin hildin í 2014. Bæði kappingin og seinni Miðbýarætlanin frá 2016 arbeiða báðar fyri, at býurin gerst áhugaverdur og savnandi fyri øll og í øllum aldursbólkum.

Býarøkini skulu skapa møguleika fyri uppihaldi hjá føroyingum og ferðafólki, og tí skal Tórshavnar kommuna skapa karmar fyri einum náttúrligum samspæli millum hesi.

Vit meta, at ein loysn eigur at verða funnin, so Havnará kann liggja opin framvið Amtmansgarðinum heilt oman til Kongabrúnna eftir nøkurlunda sama leisti, sum gjørt er í Tinghúsgarðinum og á Vaglinum.

Tað skal helst okkurt gerast alla tíðina, um stígur ikki skal koma í menningina av allari miðbýarkjarnuni. Og vit hava hóp av góðum fólki, sum hava ment bæði hugskot og prosjekt fyri miðbýin, sum eisini kundu ment hendan partin frá gamla Apoteki oman til Kongabrúnna.

Heðin Mortensen, borgarstjóri,
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo