Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Í gjárkvøldið var avhaldshúsið í Mikladali karmur um borgarafund við fólk á Kalsoynni. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á SSL, stóðu fyri fundinum. Við á fundinum var eisini Karl Johansen, borgarstjóri, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar.

Endamálið við fundinum var at hoyra bygdafólkið um teirra tørv, tá ið hugsað verður um ferðaætlanina, og teirra hugsanir um eitt nýtt skip fyri SAM, sum er bygdur í 1981 og sostatt er 52 ár.

Tað var sera góð undirtøka á fundinum, og fundarfólkini vóru spent at hoyra, hvat Dennis Holm, landsstýrismaður, hevði við í skjáttuni. Landsstýrismaðurin nevndi eitt nú, at Samferðslumálaráðið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at fara undir at projektera nýggj skip til Strandferðsluna, og stóð Kalsoyarleiðin ovast á raðfestingarlistanum.

Niels Juel Arge greiddi somuleiðis frá um ferðaætlanina og um eina komandi bíleggingarskipan, sum eftir ætlan skal takast í brúk komandi summar. Serliga var tað stjórin á Strandferðsluni, sum fekk nógvar spurningar frá áhoyrarunum og lótu fólk ongan iva vera um, at tey ikki ynskja eitt størri skip, men heldur eitt skip, sum kann sigla fleiri túrar.

Eftir framløgurnar var orðið givið til Karl Johansen, borgarstjóra, sum legði dent á, at kommunan vil gera alt fyri, at samferðslumøguleikarnir hjá teimum fastbúgvandi eru so góðir sum gjørligt. Áðrenn orðið varð givið frítt til viðmerkingar, fingu Bjørn Kalsø og Jóhannus Kallsgarð høvið at siga nøkur orð vegna staðbundnu nevndirnar á Syðradali og á Trøllanesi.

Orðaskiftið var gott og siðiligt og fólk vóru sum heild væl nøgd við fundin. Nú er at vóna, at góða kjakið eisini leiðir til politiska handling, soleiðis at bæði fastbúgvandi, vitjandi og ferðafólk fáa eina farleið, sum øll kunnu vera nøgd við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo