Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Viljormur Davidsen er higartil skrásettur fyri 74 dystir og 4 mál fyri Føroyar - Mynd: Hans Erik Danielsen

Viljormur Davidsen er higartil skrásettur fyri 74 dystir og 4 mál fyri Føroyar - Mynd: Hans Erik Danielsen

Viljormur Davidsen er higartil skrásettur fyri 74 dystir og 4 mál fyri Føroyar - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Vónandi enda vit ikki í bólki saman við Rumenia, Slovakia og Hvítarusslandi. Hinvegin, so hevði tað verið fínt um vit komu í bólk saman við Svøríki, Kýpros og Litava ella Gibraltar, sigur Viljormur Davidsen, varaliðskipari á A-landsliðnum.

Hósdagin 8. februar klokkan 17:00 verður avgjørt, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal møta í komandi Nations League kapping. Føroyar eru í styrkisbólki 2 í deild C, har tey 16 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar.

Í styrkisbólki 1 eru Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg, í styrkisbólki 2 eru Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria, í styrkisbólki 3 eru Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros, og í stýrkisbólki 4 eru Hvítarussland, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Lutakastið verður skipað á tann hátt, at Føroyar koma í bólk saman við einum av londunum í styrkisbólkunum 1, 3 og 4.

– Næstan líka mikið hvørjum vit koma í bólk saman við, so verður talan um sterka mótstøðu. Men tá tað er sagt, so kunnu vit eisini bíta frá okkum, og tað ætla vit okkum sjálvandi at gera, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá FSF.

Dystirnir í UEFA Nations League 2024/2025 verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo