40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á heysti í 2017 legði Orkudeildin á Umhvørvisstovuni fram rapportina “Vindmyllustaðseting. Val av økjum til vindmyllulundir í Føroyum og dømi um staðsetingar”.

Í rapportini vóru atlit tikin til hesi viðurskifti: Vegir, háspenningsnet, lendishall, bygt øki, vøtn og áir. Atlit vóru ikki tikin til m.a. náttúrugripir, fuglabøli og lendisslag.

Sambært rapportini vóru serliga tvey øki við góðum útlitum til at staðseta nýggjar vindmyllulundir: Í Junkarahaganum á fjallinum ímillum Kvívík og Vestmanna, og økið norðanfyri Eiðisvatn.

Vit vilja her vísa á, at økið norðanfyri Eiðisvatn hevur serlig náttúruvirði, sum stuðlar uppundir, at ein vindmyllulund ikki eigur at verða løgd har. 

Vit vilja í stuttum taka samanum hesi viðurskifti:

⦁    Ríkt fuglalív er í økinum, har ætlanin er at seta vindmyllurnar, bæði í høvuðsøkinum og í økinum rundanum. Á fýra stuttum túrum í økinum hava vit eygleitt uml. 25 fuglasløg, nøkur teirra í tøttum stovnum. Tey flestu sløgini eru á føroyska reyðlistanum frá 2005. Fýra teirra standa at vera vandaliga hótt. Mong av teimum 25 sløgunum eru eisini reyðlistað í grannalondum,  so sum í Íslandi og Noregi og í ES/Evropa. Vit hava staðfest reiðring fyri 9 sløg, harímillum sløg, sum eru óvanlig í Føroyum, t.d. tangspógvi og reyðspógvi. Ein skipað kanning av økinum hevði sannlíkt víst, at fleiri sløg bæði vitja og reiðrast har.

⦁    Hetta er eitt øki við ymiskum jarðarviðurskiftum, men har ein týðandi partur av høvuðsøkinum er torvmýra/vátøki við nøkrum smærri tjarnum. Økið fer at vera nógv ávirkað av vindmyllum og vegi, við at (i) kervið (vindmyllur, kápilsveitir, vegir) upptekur lendi, og (ii) at kervið hevur við sær, at økið verður drenað, so at vátøkið í stóran mun helst hvørvur.

⦁    Samanborið við flest onnur øki í Føroyum, er avmarkað trýst av seyði, sum gongur á biti í hesum økinum. Hetta er kemst helst av, at nógv beinbrotskattarklógv (Narthecium ossifragum) veksur í økinum. Lága bittrýstið gevur økinum eyka náttúruvirði í føroyskum høpi.

⦁    Økið umfatar torvmýrur. Torvmýrur eru náttúrlig kolevnisgoymsla. Drening av torvmýru førir við sær, at økið í størri mun fer at frígeva vakstrarhúsgass. Klimaroknskapurin verður tí ikki so positivur, sum gingið verður út frá í rapportini.

⦁    Vindmyllur eru ein vandi fyri fugl, við at rotorbløðini skaða og drepa fugl. Fugladeyði er vælkendur við vindmyllur. Serliga hevur uppmerksemi verið um størri fuglar og rovfuglar. Sannlíkt er stór undirrapportering av øðrum fuglum. Vit vita frá øðrum londum, at næstan øll sløg, sum vit hava eygleitt í økinum, eru funnin deyð av vindmillum. Hetta er ein enn størri trupulleiki, tá so nógvir fuglar reiðrast í økinum, tí tað hevur við sær nógva ferðslu til og frá, serliga í tíðini, tá foreldrini bera ungunum mat, kanska upp til fleiri tíggjutals ferðir um dagin.

Eftir okkara tykki er økið avbera serstakt í føroyskum samanhangi. Økið versnar nógv við útbygging av vindmyllum í økinum. Tað verður ein tjóðarmissur, har ikki vendist aftur, um útbyggingin verður framd.

Vegna
Føroya Fuglafrøðifelag
Svein-Ole Mikalsen   Jórun Pólsdóttir Danielsen   Jón Aldará                      
Nevndarlimir í Føroya Fuglafrøðifelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo